Eftirlønarkundar verða betur kunnaðir

Eftirlønarkundar verða betur kunnaðir
Einaferð um árið skulu lívstryggingarfeløg og eftirlønargrunnar upplýsa, hvussu nógv er rindað fyri eftirlønaruppsparingina
Feløgini hava síðani 2018 í samstarvi við Tryggingareftirlitið arbeitt við at seta í gildi eina skipan, sum tey hava havt í Danmark síðani 2010. (Savnsmynd)
 
31.01.2024 - 08:22

Nú fáa fólk greiðari boð um, hvussu nógv tey gjalda fyri sína eftirlønaruppsparing.

Øll føroysku lívstryggingarfeløgini og eftirlønargrunnarnir hava gjørt avtalu um betri kunning.

Avtalan merkir, at einaferð um árið skulu lívstryggingarfeløgini og eftirlønargrunnarnir á ein skipaðan hátt upplýsa kundan um, hvussu nógv hann hevur rindað í krónum og í prosentum fyri sína eftirlønaruppsparing.

 

Sami uppgerðarháttur

Tey hava í avtaluni bundið seg til at brúka sama uppgerðarhátt.

Avtalan kemur í gildi soleiðis, at í seinasta lagi 1.september í ár skal eftirlønarkundin fáa upplýst, hvussu nógv hann í 2023 hevur goldið í krónum og í prosentum fyri sína eftirlønaruppsparing.

Avtalan fevnir ikki um eftirlønaruppsparing í peningastovnum.

Feløgini hava síðani 2018 í samstarvi við Tryggingareftirlitið arbeitt við at seta í gildi eina skipan, sum tey hava havt í Danmark síðani 2010. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Týsdag 7. juli
RagnarRokk: Paul Gilbert um WROC
210595
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521