Veiðibann broytt eftir hoyring

Veiðibann broytt eftir hoyring
Tíðaravmarkaða veiðibannið á gýtingarleiðum er komið í gildi
Fyri at verja toskin eru gýtingarleiðirnar stongdar í fleiri dagar enn fyrr.
 
02.02.2024 - 05:30

Tíðaravmarkaða veiðibannið á gýtingarleiðum er komið í gildi.

Tíðarskeiðini fyri veiðibann á gýtingarleiðum hjá toski eru longd.

Tað er nú frá 1.februar til 1.mai.

Á einum øki, øki 1, er økið undantikið friðingini, har veiða eftir havtasku við troli við fiskiførum við framtøkumegi minni enn 500 hestar er.

Talan er um eitt djúpt øki í syðra parti av gýtingarfriðaða økinum. 

Toskur gýtur tí ikki har, og undantakið hevur lítlan týdning fyri at verja gýtingina hjá toskinum, sigur Fiskivinnuráðið.

Endadagurin telur ikki við

Á tveimum økjum, 4 og 7, telur endadagurin nú ikki við.

Veiðibannið fyri øki 4 er til 15.mai, fiskiskapurin kann byrja aftur 15.mai. 

Fyri øki 7 er veiðibannið nú til 1.apríl, fiskiskapurin har kann byrja aftur 1.apríl.

Á Føroyabanka er friðað frá 15.februar til 15.mai.

Kunngerðin er tí broytt nakað eftir at uppskotið um hana var til hoyringar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040