Næstan 1300 bilar um samdøgrið

Næstan 1300 bilar um samdøgrið
1265 bilar koyrdu í miðal um samdøgrið í Sandoyartunlinum í januar
Metingin sigur 350 bilar um samdøgrið. Um hon heldur, sæst um ein mánað, tí nú er ikki ókeypis at koyra.
 
03.02.2024 - 11:23

1265 bilar koyrdu í miðal um samdøgrið í Sandoyartunlinum í januar.

Ókeypis var at koyra í Sandoyartunlinum til og við 12.januar.

Í Eysturoyartunlinum var miðaltalið 5150 í januar. Tað var 4959 í januar í fjør.

Eisini í hinum báðum undirsjávartunlunum var talið eitt sindur størri í ár enn í fjør.

Tað var 2253 í Vágatunlinum. Tað var 2215 í januar í fjør.

Og í Norðoyatunlinum var talið 3526. Tað var 3502 í januar í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Mikudag 18. mars
Góðan morgun Føroyar
205809
Mikudag 18. mars
Morgunlestur mikudagur 18.mars 2026
205766
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Týsdag 17. mars
Tinggáttin
205791
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784