Nú fæst paracetamol til børn aftur í hondkeypi

Nú fæst paracetamol til børn aftur í hondkeypi
Fyri at goymslan ikki skuldi gangan undan, fylgdi apoteksverkið í Føroyum eisini danskari leiðbeining um forskrift frá lækna, men nú er støðan broytt
Paracetamol-stikkpillarar til børn fáast nú aftur í hondkeypi. (Savnsmynd)
 
12.02.2024 - 17:45

Hetta er árstíðin, tá mestsum øll børn verða krímsjúk.

Nógv foreldur hava tí staðið spyrjandi, tá tey seinastu mánaðirnar hava verið á apotekinum at keypa paracetamol-stikkpillarar, t.d. panodil ella pinex, til børnini, men noyddust at fara tómhent til hús.

Fyri jól avgjørdi danska Lægemiddelstyrelsen, at fyri at tryggja veitingina av paracetamol til smábørn, skuldi bara bera til at fáa paracetamol-stikkpillarar á forskrift frá lækna.

Heilivágurin skuldi bara fáast á apotekum og ikki í hondkeypssølu.

Apoteksverkið í Føroyum hevur eisini fylgt hesi leiðbeining, so goymslan ikki skuldi ganga undan.

Beinta Joensen er deildarleiðari á Tjaldurs apoteki:

 

Panodil_1


 
Men nú fer aftur at bera til at keypa paracetamol-stikkpillarar í hondkeypi:

 

Panodil_2

 

Beinta Joensen leggur aftrat, at eisini hondkeypssølurnar kring landið, eitt nú Magn-støðir, aftur kunnu selja paracetamol-stikkpillarar sum vanligt.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207