Talgild undirvísing, tá ferðasambandið er vánaligt

Talgild undirvísing, tá ferðasambandið er vánaligt
Eingin skúli eigur at fremja agatiltøk móti næmingi, sum ikki kemur í skúla fyri veður, sigur landsstýrismaðurin í barna- og undirvísingarmálum
Í fýra miðnámsskúlum eru reglur um talgilda undirvísing, tá ferðasambandið er vánaligt. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
14.02.2024 - 09:01

Fýra miðnámsskúlar hava reglur um talgilda undirvísing, tá ferðasambandið er so vánaligt, at næmingarnar ikki kunnu koma í skúlan.

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann, sum spurdi um næmingafráveru í miðnámsskúlum.

Svarið er, at allir miðnámsskúlar hava egnar lestrar- og skilhaldsreglur. 

Og í fýra teirra eru reglur um talgilda undirvísing, tá ferðasambandið er vánaligt.

Í løtuni eru ikki felags ásetingar um fráveru, tá veðrið ávirkar samferðsluna, sigur landsstýrismaðurin.

Mannagongdir um fjarundirvísing og fráveruskráseting eru ásettar í skilhaldsreglum fyri einstaka skúlan.

Eingin skúli eigur at fremja agatiltøk móti næmingi, sum ikki kemur í skúla fyri veður, sigur landsstýrismaðurin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891