BIIT tekur sunnukvøldini

Um KVF›Tíðindi
BIIT tekur sunnukvøldini
Ungdómsredaktiónin BIIT sendir fimm tímar av útvarpi til tey ungu hvørt sunnukvøld
 
14-02-2024

Í vetur hava tey ungu sent útvarp fríggjadag og miku- og sunnukvøld, men nú verður alt tilfarið savnað sunnukvøld. 

Sunnukvøldið royndu tvær ungar gentur seg fyri fyrstu ferð við beinleiðis útvarpi. Hansina og Silja hava verið í starvsvenjing í Kringvarpinum, og tær hildu, at hetta var eitt so spennandi arbeiðspláss, at tær spurdu seg fyri, um tær kundu sleppa at gera útvarp. Tær eru beinleiðis á hvørt sunnukvøld í útvarpinum frá kl. 19.00 til 21.00, har tær spæla tónleik og tosa um farnu vikuna og vikuskiftið, og so bjóða tær eisini gestum í útvarpsstovuna. 

Úr Keypmannahavn verður sendingin "Súrligar nætur" send. Tað eru Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, ið gera ta sendingina. Tey hava øll trý verið tongd at BIIT, og nú tey eru flutt niður í lestrarørindum, vildu tey fegin sleppa at gera okkurt tilfar niðrifrá. Tey hava fingið útgerð frá KVF, og nú kunnu tey gera útvarp í Keypmannahavn. "Súrligar nætur" snýr seg um lestrarlívið í Keypmannahavn, men tey umrøða eisini ymiskar eygleiðingar, sum tey hava av hendingum í Føroyum. 

"Eg eri tvørkynd" er nýggj røð í trimum pørtum, sum snýr seg um ung í Føroyum, ið eru tvørkynd. Anna Joensen-Næs hevur gjørt sendingarnar. Hon kemur á skrá, nú tá ið røðin "Sex partar" er liðug, sum Andrea Arnfríðardóttir og Paul Kjartan Matras løgdu til rættis. "Sex partar" var røð í seks pørtum, har tey hava umrøtt ymisk viðurskifti, ið hava við ung og sex at gera. Røðin er gjørd í sambandi við viku sex. 

Sunnukvøldini enda við "Kvøldvaktini", sum er ein sending við tónleiki, gestum og lurtaraynskjum. Svend Danielsen leggur ta sendingina til rættis. 

 
Sement

Ein stór framleiðsla, ið er fyri framman hjá BIIT-toyminum, er tónleikakappingin Sement, sum verður í apríl, har BIIT framleiðir sjónvarpspartin. Talan verður um tríggjar beinleiðis sjónvarpssendingar úr Reinsarínum, har tey ungu framleiða alt sjálvi. Hetta hava tey klárað fyrr, og tey eru sera spent upp á uppgávuna. 

Nógv er á skránni í BIIT næstu tíðina, millum annað eru fleiri partar av "Beautyvarpinum" á veg. 

Finnur Koba og Kári Sólstein samskipa BIIT fyri KVF. 

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025

Um kvf css