Seks fingu klipp í koyrikortið

Seks fingu klipp í koyrikortið
Átak í Klaksvík gjørdi, at seks bilførarar fingu klipp í koyrikortið.
 
17.02.2024 - 10:15

Í gjáramorgunin millum klokkan hálvgum átta og tíggju gjørdi løgreglan eitt átak við skúlan á Skúlatrøð í Klaksvík.

Seks bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri leyst barn, tríggir fingu bót fyri at koyra uttan koyrikort og tveir fyri lyktafeilir. Eisini gav løgreglan sjey átalur. 

Beint fyri klokkan átta í morgun fekk løgreglan boð um, at onkur hevði tørv á hjálp í Steinatúni. Løgreglan fór á staðið og hjálpti viðkomandi heim.

Og klokkan hálvgum níggju í morgun fekk løgreglan boð um, at ein glaspláta var dottin av einum anhengara úti við Glasir.

- Hetta er álvarsligt, sigur vakthavandi á løgreglustøðini, og tað kann føra til treytaða frádøming av koyrikortinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891