Friðarlig nátt

Friðarlig nátt
Hóast nógv fólk var í býnum í Havn, var talan um eina friðarliga nátt.
 
18.02.2024 - 09:52

Politiið var úti til gongu millum klokkan trý og hálvgum seks og fekk í nøkrum førum fyribyrgt onkrum, sum kundi enda við bardaga ella harðskapi.

Ein var tikin inn á Politistøðina klokkan hálvgum fýra og verður skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar.

Í Klaksvík var ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum og fyri at hava rúsevni uppi á sær, eins og ein annar í bilinum eisini var tikin fyri at hava rúsevni uppi á sær.

Politiið gjørdi eisini ferðslukanningar í einum 40 kilometra øki í Klaksvík í gjár, og har fekk ein bilførari klipp í koyrikortið og tveir treytaða frákenning av koyrikortinum fyri at hava koyrt ov skjótt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911