Partrolararnir brúkiligan fiskiskap

Partrolararnir brúkiligan fiskiskap
Fimm frystilínuskip eru við Ísland, og trý eru við Føroyar
Jaspis og Ametyst. Fýra pør vóru úti fríggjadagin, tá Fiskamarknaðurin metti um hesa vikuna. (Savnsmynd)
 
19.02.2024 - 08:20

Nú hava partrolarar brúkiligt fiskarí, sigur Fiskamarknaðurin.

Fýra pør vóru úti fríggjadagin, tá Fiskamarknaðurin metti um hesa vikuna.

Bæði ísfiskalínuskipini liggja.

Fimm frystilínuskip eru við Ísland og trý eru við Føroyar. 

Streymurin er hampuligur og veðrið verður gott fyrst í vikuni, men meira skiftandi seinni í vikuni. 

 

Fiska við snellu

Fiskaríið hjá útróðrarbátum er brúkiligt. Fleiri eru nú farnir at fiska við snellu.

Tveir djúpvatnstrolarar er á Íslandsrygginum, og ein fiskar svartkalva.

Fýra trolbátar eru á Skeivabanka, tveir á tí norðara tóvinum og tveir á syðra. 

Teir á tí syðra tóvinum fáa hvíting og havtasku. Hinir fáa næstan bara havtasku. 

Ein trolbátur er norðanfyri. Hann fær tosk, hýsu og flatfisk.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Poppverturin 4
208456
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974