Parkeringsbøturnar kostaðu 11.200 kr.

Parkeringsbøturnar kostaðu 11.200 kr.
Tórshavnar kommuna fekk 53 umsóknir um endurgjald, og málið er nú liðugt og avgreitt
Parkeringin í Gundadali frá 1.januar 2021 til 15.september í fjør var ikki ólóglig, og fólk kundu tí søkja um endurgjald fyri bótina, sum tey høvdu fingið. (Savnsmynd: Tórshavnar kommuna)
 
20.02.2024 - 12:00

Tað kostaði Tórshavnar kommunu 11.200 krónur at rinda 48 fólkum fyri 56 p-gjøld, 200 kr. hvørt, sum tey fingu í Gundadali.

Kommunan fekk 53 umsóknir um endurgjald.

Málið er nú liðugt og avgreitt, og onnur slík mál eru ikki, upplýsir kommunan.

Fólk, sum fingu sekt fyri ólógliga parkering í parkeringsøkinum í Gundadali frá 1.januar 2021 til 15.september í fjør, kundu søkja um at fáa pengarnar aftur, tí parkeringin var ikki ólóglig kortini.

48 fólk fingu pengarnar aftur, nøkur fyri fleiri enn eitt gjald.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360