Hava fingið ov lítið í løn

Hava fingið ov lítið í løn
Tímalønin hjá limum í Pedagogfelagnum verður rættað afturvirkandi, tá arbeiðsgevararnir hava rættað lønarskipanina
Pedagogfelagið sigur, at talan er serliga um limir, sum arbeiða í ungdómshúsi, ið hava fingið ov lítið í løn. (Savnsmynd)
 
21.02.2024 - 08:42

Limir í Pedagogfelagnum hava fingið ov lítið í løn.

Fyrst í hesum árinum varnaðist Pedagogfelagið, at tímaløntir limir hava fingið skeiva tímaløn, tá arbeitt verður kvøld og nátt hjá kommununum.

Her er serliga talan um tey, sum arbeiða í ungdómshúsi.

Tímalønt fara at fáa lønarendurgjald, tí tímalønin verður rættað afturvirkandi, tá arbeiðsgevararnir fara at rætta lønarskipanina, sigur Pedagogfelagið. 

Hetta kann ganga heilt aftur til 2019.

Fyri tey flestu tímaløntu merkir hetta, at tey hava fingið millum 10 og 16 krónur ov lítið um tíman, tá tey hava arbeitt eftir kl.17.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817