Á Breddanum: Kríggj og tilbúgving

Á Breddanum: Kríggj og tilbúgving
Í sendingini verður spurt, um vit eru fyrireikað til kríggj og kreppustøður, og hvussu er statt við tilbúgving í landinum
Tilbúgving er evnið í Breddanum í dag. (Savnsmynd)
 
23.02.2024 - 09:24

Í Svøríki og Noregi tosa myndugleikar við greiðum orðum, um at heimurin er vorðin ótryggari.

Svensku myndugleikarnir ávara um, at kríggj kann bresta á, men hvussu er hjá okkum?

Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?

Í sendingini í dag spyrja vit, hvussu er statt við tilbúgving í Føroyum. 

Hava vit eina mynd av, hvat kann hótta okkum? Og hava vit ávaringarskipanir, neyðsynjarskipanir, skjól og tað, sum annars er gott at hava í krígs- og kreppustøðum? 

Seinni í sendingini tosa vit við landsstýrismannin í tilbúgving.

Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Mánadag 16. mars
Fótbóltsprát
205696
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Veðrið
205709
Mánadag 16. mars
Framsókn í heita stólinum (1:7)
205698
Mánadag 16. mars
Andgletturin - Javnaðarflokkurin
205676