Vinstrahall minni tolsemi

Vinstrahall minni tolsemi
Vinstrahallir veljarar í Danmark hava minst tolsemi, tá ið tað kemur til menniskju við aðrari politiskari áskoðan.
 
24.02.2024 - 18:33

Tað vísir ein stór veljarakanning, sum er gjørd í sambandi við, at fólkatingsvalið í fyrraárið verður greinað.

Sum heild hava danskarar sínamillum stórt tolsemi, men kortini sigur fjórðihvør seg ikki vilja hava, at børnini skulu finna sær maka úr einum flokki, ið meinar tað øvuta av foreldrunum.

Og her er tað, at tað serliga eru tey á vinstravonginum, sum í ógvusligan mun ikki vilja vita av teimum, sum politiskt eru uttast til høgru.

Eftir hvørt fólkatingsval síðani 1971 eru veljarar spurdir eina røð av spurningum, og á tann hátt ber til at fylgja við, hvat fólk halda og hugsa, skrivar Ritzau.

Umleið 7.500 danskarar verða spurdir hvørja ferð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 13. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
195526
Týsdag 12. august
Veðrið
195508
Fríggjadag 8. august
Veðrið - teknmálstulkað
195406
Fríggjadag 8. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
195405
Fríggjadag 8. august
Veðrið
195397