Útlendsk ávirkan skal avmarkast

Útlendsk ávirkan skal avmarkast
Royndar- og menningarkvotur fella uttan fyri ásetingarnar um útlendskan ognarskap og geva útlendskum feløgum fría atgongd til føroyskar kvotur
27.02.2024 - 19:24

Hóast lógin sigur, at tað bara eru føroyingar, sum skulu troyta tilfeingið í sjónum, so hava útlendingar atgongd gjøgnum menningar- og royndarkvotur.

Tað vísti seg, tá ið ein kvota upp á 1200 tons av svartkjafti varð latin felagnum SAGA, sum er eitt útlendskt felag.

Vit høvdu ætlað at spurt landsstýrismannin, um hetta er í samsvari við lógina, men hann er staddur í Grønlandi.

Og Fiskimálaráðið vil annars bara svara Degi og viku við tíðindaskrivi.

Í skrivinum stendur millum annað, at ásetingarnar í lógini um sjófeingi um ognarviðurskifti fevna um vinnuligan fiskiskap og ikki um framleiðslu á landi.

Í Løgtinginum ivast bæði samgongu- og andstøðutingfólk í, um tað er rætt at lata útlendingum fría atgongd til royndar- og menningarkvotur.

Bæði Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum og Henrik Old úr Javnaðarflokkinum ávara um útlendska ávirkan og halda, at hon skal avmarkast.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525