- Tíðindi, mentan og ítróttur
Búskapurin er væl fyri, men landskassin bløðir
Lyklatølini vísa framvegis, at føroyski búskapurin er væl fyri, men hóast framgongd í i búskapinum, er hallið hjá landskassanum stórt.
Tað er niðurstøðan hjá Búskaparráðnum, sum í løtuni leggur fram várgreiðingina í Varpinum í Klaksvík.
Mett verður, at búskaparvøksturin í ár verður 4,4 prosent, og arbeiðsloysið er framvegis søguliga lítið. Lønarútgjaldingarnar og løntakaratalið settu met í fjør, og stórt avlop er á handilsjavnanum.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Veruliga hallið størri
Hóast hetta er mest sannlíkt, at landskassin fer at hava hall í 2023, 2024 og 2025. Tað er ov illa frágingið, tá vøkstur hevur verið í búskapinum í fleiri ár, og landskassin hevur havt stóran vøkstur í inntøkunum, sigur Búskaparráðið.
Búskaparráðið væntar, at hallið í landskassanum í ár verður 146 milliónir kr. og 31 milliónir næsta ár.
Veruliga úrslitið er helst verri, sigur Búskaparráðið, tí ein partur av tilfeingisinntøkunum skal sambært lóg í búskapargrunnin. Tí væntar Búskaparráðið, at veruliga hallið hjá landskassanum í ár verður 439 milliónir kr.
Fyrrverandi borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Jógvan við Keldu, var eisini komin at lýða á frágreiðingina frá formanninum í Búskaparráðnum.
Haldførið ikki nóg gott
Búskaparráðið vísir aftur í hesi frágreiðingini á vantandi haldførið.
Sagt verður, at haldførisavbjóðingin verður ikki loyst við at hækka pensjónsaldurin eitt hálvt ár í 2025 og aftur í 2030.
Hækkar pensjónsaldurin í staðin eitt ár fimta hvørt ár frá 2035, verður fíggjarpolitikkurin haldførur, og fíggingartørvurin minkar niður í 12 mia. kr. næstu 30 árini, sigur Búskaparráðið.
Arbeiðsútbboð og serskipanir
Verður arbeiðsvikan stytt, minkar arbeiðsútboðið, men verður hetta kortini framt, eigur politiska skipanin at seta onnur tiltøk í verk, sum økja arbeiðsútboðið, sigur Búskaparráðið.
Tað er eitt stig á røttu leiðini, at politiska skipanin hevur minkað frádráttin hjá teimum, sum arbeiða uttanlands, men Búskaparráðið heldur, at allar serskattaskipanir, sum eggja fólki at arbeiða uttanlands, eiga at verða tiknar av.
Búskaparráðið sigur eisini, at tað darvar búskaparligu menningina, at almenar skipanir stuðla rakstri í vinnum, sum geva ivasamt ískoyti til búskapin.
Víst verður eitt nú á fiskavirkisskipanina og skipanina við minstuløn til fiskimenn.
Les frágreiðingina frá Búskaparráðnum her.