646 ársverk í innkomandi ferðavinnuni í 2022

646 ársverk í innkomandi ferðavinnuni í 2022
Hagstovan hevur sett fólk burturav at menna ferðavinnuhagtøl, men eitt ár gongur, áðrenn fyrstu tølini koma
Løgtingið hevur játtað Visit Faroe Islands pening til, saman við Hagstovuni, at gera hagtøl. Metti kostnaðurin er 900.000 kr. um árið. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
04.03.2024 - 08:13

- 646 ársverk vóru í innkomandi ferðavinnuni í 2022. Tølini hjá Hagstovuni vísa ikki, hvussu nógv útlendsk starvsfólk vóru. 

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í svari til Árna Skaale, løgtingsmann.

Landsstýrið hevur ikki metingar um, hvussu nógvar ferðavinnufyritøkurnar eru, og heldur ikki um inntøkubýtið í ferðavinnuni. 

Men løgtingið hevur játtað Visit Faroe Islands pening til, saman við Hagstovuni, at gera hagtøl. 

 

Árni Skaale, løgtingsmaður, spurdi landsstýrismannin í vinnumálum um ársverk í ferðavinnuni. (Savnsmynd)

 

Metti kostnaðurin er 900.000 kr. um árið. 

Haraftrat skal spurnakanning gerast triðja hvørt ár. Hon kostar 350.000 kr. 

Hagstovan hevur sett fólk burturav til at menna ferðavinnuhagtølini. 

Hetta er stórt arbeiði, og roknast má við, at eitt ár gongur, áðrenn hagtøl fara at spyrjast burturúr, sigur Høgni Hoydal. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334