Kvinnur og fosturtøka

Kvinnur og fosturtøka
Hesa vikuna er Femifagnaður, og í tí sambandi leggur Frítt Val í samstarvi við Amnesty Føroyar og Kvinnufelagið í Havn eitt filmsbrot út á sosialar miðlar um fosturtøku. 
 
04.03.2024 - 20:50

Brotið eitur "Vit hava tikið abort" og er eitt samklipp av føroyskum kvinnum, sum í felag stíga fram og siga “Eg havi tikið abort”. 

Um átakið skrivar Frítt Val:

“Alt ov leingi hava abortir verið tagdar burtur í føroyska samfelagnum. Hetta hóast abortir altíð hava og altíð fara at verða framdar. Nú bróta vit tøgnina og taka ræðið á egnum upplivingum. Við uppskotinum um nýggja fosturtøkulóg hevur tað ongantíð áður verið týdningarmiklari at standa saman um kropsliga sjálvsavgerðarrættin. Abortir eru vanligar - eisini í Føroyum,” skrivar Frítt Val.

Næsta umfarið av átakinum kemur út á Kvinnudegnum, ið er nú fríggjadagin 8. mars. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928