- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kappingarráðið: Føroya Handverksmeistarafelag brotið kappingarlógina
Kappingarráðið sigur, at Føroya Handverksmeistarafelag hevur framt brot á kappingarlógina við at nokta sínum limum at bjóða upp á svimjihøllina hjá Runavíkar kommunu.
Handverksmeistarfelagið hevur avlagað kappingina við í fleiri førum, at hava roynt at fáa Runavíkar kommunu at broyta útboðshátt.
Eisini hevur Handverksmeistarafelagið avmarkað kappingina við at nokta undangóðkendu fyritøkunum, Articon, Búsetur og MT Højgaard, at bjóða upp á byggiverkætlanina av nýggjari svimjihøll í Runavík.
Vildi hava tilboð frá undangóðkendum fyritøkum
Málið snýr seg um, at Runavíkar kommuna vildi hava tilboð frá trimum undangóðkendum fyritøkum, sum vóru Articon, Búsetur og MT Højgaard, at byggja nýggju svimjihøllina í kommununi.
Handverksmeistarafelgið vendi sær fleiri ferðir til kommununa fyri at fáa hana at broyta útboðshátt og útboðstilfar.
Men tá hesar broytingar ikki vóru mettar nøktandi, noktaði Føroya Handverksmeistarafelag limum sínum: Articon, Búsetur og MT Højgaard, bæði 8. desember 2020 og aftur 8. november 2021, at bjóða upp á svimjihøllina í Runavík.
Samskipað atferð
Við at nokta limum sínum at bjóða, hevur Handverksmeistarafelagið samskipað atferðina hjá limum felagsins og samskipað eitt felags boykott av útboðnum hjá Runavíkar kommunu. Hetta metir Kappingareftirlitið er brot á kappingarlógina.
Kappingareftirlitið metir eisini, at Articon, Búsetur og MT Højgaard hava brotið kappingarlógina, tá ið feløgini 8 november 2021 fylgdu boðunum frá Handverksmeistarfelagnum og saman boykottaðu útboðið við at ikki lata boð inn til útboðið av svimjihøllini hjá Runavíkar kommunu.
Einki boð
Úrslitið av útbjóðingini varð, at eingi boð komu inn upp á útboðið av svimjihøllini. Runavíkar kommuna valdi tí at gera avtalu við byggifelagið Kanjon um at byggja svimjihøllina.
Kappingarráðið hevur givið Føroya Handverksmeistarfelag boð um, at broyta ásetingina í grein 8 í lóg felagsins, soleiðis at ásetingin um, at limir "mega ikki á nakran hátt ella í nøkrum føri mótarbeiða felagnum" verður strikað ella umorðað á ein hátt, sum Kappingarráðið kann góðtaka.
Avgerðin var tikin 26. februar, og Føroya Handverksmeistarafelag hevur fýra vikur at taka støðu til, um avgerðin skal kærast til Føroya Kærustovn.
Sí avgerðina hjá Kappingarráðnum her.