43 uppskot løgd fyri tingið

43 uppskot løgd fyri tingið
Landsstýrið eigur 30 uppskot, andstøðan 10,  og trý uppskot eru tvørpolitisk
Av teimum 43 uppskotunum, sum eru løgd fram, eru 36 lógaruppskot, trý uppskot til samtyktar, trý ríkislógartilmælir og ein eykajáttan.
 
07.03.2024 - 14:43

43 uppskot eru løgd fyri tingið í dag.

Landsstýrið eigur 30 uppskot, andstøðan 10,  og trý uppskot eru tvørpolitisk. 

Millum uppskotini er eitt frá formansskapinum um broytingar í samsýning og eftirløn hjá tingfólkum og tvey uppskot um broytingar í fosturtøkulógini, eitt frá Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismanni, og eitt frá Miðflokkinum. 

 

Gongd í haga og næmingatal

Harumframt hevur Høgna Hoydal, landsstýrismaður, millum annað lagt fram uppskot um ein trygdarpolitikk og nógv umrødda málið um gongd í haga,

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur eitt uppskot um at lækka næmingatalið í fólkaskúlanum.

Tvey uppskot eru frá Ingilín Strøm, landsstýriskvinnu, um elveitingarlógina og eina nýggja pantskipan, og Fólkaflokkurin hevur eitt uppskot um at linka revsitiltøkini móti Russlandi, so at russisk skip aftur sleppa í føroyskar havnir. 

 

36 lógaruppskot

Av teimum 43 uppskotunum eru 36 lógaruppskot, trý uppskot til samtyktar, trý ríkislógartilmælir og ein eykajáttan.

Í dag er seinasti framløgudagur í hesari tingsetuni. 

Tí skuldu uppskot, sum skulu viðgerast í tingsetuni, leggjast fram í dag.

Tað merkir tó ikki, at nýggj uppskot ikki kunnu leggjast fram restina av tingsetuni. 

Uppskot kunnu leggjast fram seinni, um minst 17 tingfólk siga, at tað er í lagi. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037