Handverksmeistarar kæra avgerð hjá Kappingarráðnum

Handverksmeistarar kæra avgerð hjá Kappingarráðnum
Málið snýr seg um útbjóðingartilfar í sambandi við at byggja svimjihøll í Runavík
Kappingarráðið sigur, at Føroya Handverksmeistarafelag hevur brotið kappingarlógini við at noktað sínum limum at bjóða uppá arbeiðið av svimjihøllini í Runavík. (Savnsmynd)
 
11.03.2024 - 14:11

Føroya Handverksmeistarafelag fer at kæra avgerðina hjá Kappingarráðnum, um at handverksmeistarafelagið og nakrir limir í felagnum skulu hava brotið kappingarlógina.

Málið snýr seg um, at Føroya Handverksmeistarafelag í 2020 mælti undangóðkendum fyritøkum frá at bjóða uppá arbeiðið at gera eina svimjihøll í Runavík, tí útbjóðingartilfarið, sambært felagnum, var ikki í lagi.

Nevndin í felagnum hevur viðgjørt niðurstøðuna hjá Kappingarráðnum, og hevur avgjørt at kæra. Nevndin er ósamd og heldur, at fortreytirnar hjá Kappingarráðnum at gera niðurstøðuna eru skeivar.

Føroya Handverksmeistarafelag sigur, at felagið ger ikki fleiri viðmerkingar til málið, fyrr enn ein endalig niðurstøða fyriliggur.

Les avgerðina hjá Kappingarráðnum her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961