- Tíðindi, mentan og ítróttur
Verjuskip kunnu loysa aftur
Síðani hálvan februar hava tvey av donsku sjóverjuskipinum ligið í havnini í Nuuk við maskinbreki í einum av hjálpimotorunum.
Men nú kunnu Lauge Koch og Ejnar Mikkelsen loysa aftur.
Tað skrivar Arktisk kommando á Facebook.
Sjóverjuskipið Hvidbjørnin fór úr Føroyum til Grønlands at røkja eftirlitsuppgávurnar og veita hjálp í økinum kring Grønland hesa tíðina.
Hvidbjørnen hjálpti m.a. tá ið trolarin hjá Royal Greenland, Lomur, sakk við Sisimiut leygardagin, skrivar grønlendska kringvarpið KNR.
Eisini tvey gomul skip av Thetis-slagnum vóru send til Grønlands, men tey fingu eisini trupulleikar - av tekniskum slagi, og máttu til umvælingar.
Í frágreiðing, sum danska kringvarpið hevur fingið innlit í frá Verjumálaráðnum, stendur, at nógvir trupulleikar eru við skipunum, og tí er torført hjá Arktisk kommando at røkja uppgávurnar.
Í Grønlandi er tað ikki farið aftur við borðinum, at sjóverjuskipini hava ligið við bryggju.
Forkvinnan fyri uttanríkis- og trygdarpolitisku nevndini í Grønlandi, Mariane Paviasen út flokkinum Inuti Atagatiigiit, krevur, at íløgar verður gjørd í nýggj og nútímans skip, sum kunnu hava eftirlit við havleiðunum kring Grølnad og verja landið við eldmegi og kanónum - um neyðugt, skrivar KNR.
Hetta segði hon, tá ið danski verjumálaráðharrin Troels Lund Poulsen var á vitjan í Nuuk.
Hann vildi tó ikki siga neyvt, nær nýggj skip verða klár, - men tey koma.
- Thetis-slagið hevur nógv ár á baki. Vit mugu kanna, nær vit skulu skifta tey fýra skipini. Tað fara vit at kjakast um, tá vit seinni í vár skulu hyggja nærri at nýggjari styrki á verjuøkinum, segði Troels Lund Poulsen við KNR.