Stórsigur móti Liktinstein

Stórsigur móti Liktinstein
Føroyar vunnu 4-0 í venjingardysti móti Liktinstein í gjár
Fýra ferðir kundu føroyingar fegnast um mál í gjár. Tríggir spildurnýggir málskjúttar vóru móti Liktinstein
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
23.03.2024 - 12:00

Liktinstein er eitt av liðunum, sum Føroyar dáma væl at spæla ímóti, tí undan dystinum í gjár høvdu londini møtst sjey ferðir, og Føroyar hava vunnið hvørjaferð.

Tað broyttist ikki eftir dystin í Marbella í Spania í gjár, tí Føroyar vunnu enn einaferð móti Liktinstein - hesaferð 4-0.

Pætur Petersen skoraði tvær ferðir í fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki skutu Adrian Justinussen og Arnbjørn Svensson hvør sítt mál.

Felags fyri allar tríggjar er, at hetta var fyrstu ferð, at teir gjørdu mál á A-landsliðnum.

Týskvøldið klokkan 19.15 spæla Føroyar aftur venjingardyst, og tað verður á Brøndby Stadion ímóti Danmark.

Dysturin verður vístur í sjónvarpinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659