Fólkafundurin verður í Bylgjuni

Fólkafundurin verður í Bylgjuni
Fólkafundurin, sum frá 2012 til 2015 ferðaðist kring landið sum afturvendandi tiltak, verður nú tikin uppaftur við fastari støð í Runavík.
Fólkafundurin verður í Bylgjuni í Runavík í døgunum 4. og 5. oktobur, og frameftir verður Bylgjan fastur karmur um tiltakið
 
25.03.2024 - 10:38

- Vit hava tikið avgerð um, at Fólkafundurin 2024 verður fríggjadagin 4. og leygardagin 5. oktobur, sigur ein av fyriskiparunum, Ólavur í Geil.

Eingin fólkafundur hevur verið síðani 2015, og Ólavur sigur tað skyldast, at “luftin líkasum var farin úr ballónini” hjá teimum, ið skipa fyri.

– Nú vit leggja til brots av nýggjum, fer skráin at minna um hana, sum hevur verið tær undanfarnu ferðirnar, tá ið unditøkan var vaksandi øll árini, uttan tað síðsta, sigur hann.

- Ein broyting verður so, at hereftir fara vit ikki at ferðast kring landið, men Fólkafundurin verður fast í Bylgjuni í Runavík á hvørjum ári.

Hoyr útvarpssamrøðu við Ólav í Geil:

2024-03-24_Olavur_i_Geil

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. februar
PLÁTUPANELIÐ #037 (Laurel Canyon)
203877
Leygardag 7. februar
Jambalaja - 070226
203875
Leygardag 7. februar
Vikan 7. februar 2026
203867
Leygardag 7. februar
Upp á tá - 060226
203863
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864
Fríggjadag 6. februar
Úr savninium: Við Naddoddi um hav
203854
Fríggjadag 6. februar
Veðrið
203846
Fríggjadag 6. februar
Beinir í løtuni í Skógrøktini
203841
Fríggjadag 6. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203827