Trupult at lofta tilflytarum

Trupult at lofta tilflytarum
Tilflytarar og flóttafólk hava nógvar avbjóðingar, og føroyska samfelagið er ikki til reiðar at taka ímóti og hjálpa. Tað heldur kvøldskúlaleiðari 
04.04.2024 - 19:36

Tórshavnar Kvøldskúli hevur rópt neyðarróp og sigur, at byrðan hjá kvøldskúlanum er vorðin ov tyngjandi.

Jógvan Sørin Hansen, leiðari á Tórshavnar Kvøldskúla, sigur, at skúlin megnar ikki at lofta øllum tí, sum tilflytatarnir hava av stríðast við.

Eftir at hava undirvíst umleið túsund útlendingum í føroyskum, gevst skúlin nú við uppgávuni.

Í løgtinginum er uppskot í løtuni, sum leggur upp til, at Undirvísingarstýrið skal skipa undirvísingina fyri tilflytarar í framtíðini.

Miðnám á Kambsdali hevur longu í tvey ár bjóðað tilflytarum undirvísing í føroyskum. 

Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum, heldur ikki, at teirra uppgáva í Undirvísingarstýrinum er at skipa integratión.

Í Tórshavnar Kvøldskúla hava tey bæði undirvíst børnum og vaksnum útlendingum í føroyskum, og báðir bólkar hava avbjóðingar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391