- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norðurlandaráðið fund í Føroyum
Norðurlandaráðið fund í Føroyum
Í gjár og í dag hava 250 tingfólk í Norðurlandaráðnum havt evnisfund á Hotel Føroyum í Havn
09.04.2024 - 18:30
Fyri fyrstu ferð hevur Norðurlandaráðið havt fund í Føroyum.
Í gjár og í dag hava 250 tingfólk úr norðurlondum havt evnisfund á Hotel Føroyum í Havn, m.a. um trygdarstøðuna í Norðuratlantshavi, og serfrøðingar í hernaðarmálum hava havt framløgur.
Arbeiðsbólkurin, sum hevur arbeitt við spurninginum um at broyta Helsingfors-sáttmálan, ið er grundlógin hjá Norðurlandaráðnum, hevur eisini lagt sítt álit fram.
Hetta málið verður viðgjørt á fundinum í Norðurlandaráðnum í Reykjavík í heyst.
© Bjarni Árting Rubeksen tók myndir frá fundinum hjá Norðurlandaráðnum á Hotel Føroyum
Kristina Háfoss, stjóri í Norðurlandaráðnum, bjóðar vælkomin.
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, umboðaði Føroya løgting á fundinum hjá Norðurlandaráðnum.
Norðurlandaráðið er eitt víttfevnandi samstarv, ið eisini fevnir um fleiri mál. Ein týðandi partur av norðurlandaráðsfundunum er tulkarnir, ið tryggja, at øll skilja tað, ið verður sagt.
Trygdin í Norðuratlantshavi var eitt av evnunum á norðurlandaráðsfundinum, og NATO var umboðað á fundinum. Her er tað norska Sandra Stahl, hjálparheryvirmaður, ið er nærmasti ráðgevi hjá Louise Dedichen, NATO-varadmirali.
Í Norðurlandaráðnum hava limirnir skipa seg í tingbólkar tvørturum londini. Her eru tað limir í sosialdemokratiska-tingbólkinum (S-gruppen): Doris J. Jensen úr Siumut í Grønlandi (m.f.), Anna-Kristiina Mikkonen úr Suomen Sosialidemokraattinen Puolue í Finnlandi (t.v.) og Eva Lindh úr Socialdemokraterna í Svøríki (t.h.).
Føroya løgting og Føroya landsstýri vóru væl umboðað við Bjørt Samuelsen løgtingsforkvinnu og Akseli V. Johannesen løgmanni í sambandi við, at fyrsti norðurlandaráðsfundurin bleiv hildin í Føroyum.
Umframt limirnar í Norðurlandaráðnum, so hongur ein long røð av embætisfólkum eisini uppí, tá Norðurlandaráðið heldur fund. Her eru tað Pól Rosenmeyer Wolles, uttanríkispolitskur ráðgevi í løgmansskrivstovuni, og Lene Moyell Johansen, ríkisumboð.
Jani Kokko og Kim Berg úr Suomen Sosialidemokraattinen Puolue í Finnlandi, sum eisini eru limir í S-tingbólkinum í Norðurlandaráðnum.
Stjórin í Norðurlandaráðnum er føroyska Kristina Háfoss.
Breddin hjá Kringvarpi Føroya sendi beinleiðis frá søguliga fyrsta norðurlandaráðsfundinum í Føroyum. Her er tað John Johannessen, journalistur, ið ger samrøðu við Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismann.
|