Kannar umhvørvisangist í Føroyum

Kannar umhvørvisangist í Føroyum
Granskari leitar eftir ungum fólkum at luttaka í umfatandi kanning um umhvørvisangist
 
10.04.2024 - 10:58

Finja Daegling granskar í globalari heilsu á universitetinum í Keypmannahavn. Í løtuni skrivar hon eina uppgávu um sambandi millum sálarheilsu og umhvørviskreppu. Meira nágreiniligt snýr tað seg um fyribrigdi umhvørvisangist millum ung.

Tað vísir seg, at fleiri ung kenna seg ørkymlaði og trýst av áhaldandi og negativari kunning um veðurlagsbroytingar.

Finja Daegling er í løtuni í Føroyum, har hon ger kanningararbeiði. Hon leitar eftir ungum fólkum í aldrinum 18-26 ár, sum vilja luttaka í samrøðum um evnið. Um áhugi er fyri at luttaka í kanningini, ber til at venda sær til Finju, við at senda henni ein teldupost á finja@daegling.de.

Finja vitjaði morgunsendingina, har hon umrøddi evnið. Samrøðan kann hoyrast við at trýsta á pílin niðanfyri.

1666108

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334