Fiskivinnan á Bornholm um at doyggja út

Fiskivinnan á Bornholm um at doyggja út
Í gjár samtykti fiskimannafelagið á Bornholm at avtaka seg sjálvt. Fiskivinnan á Bornholm er so gott sum burtur
Ein toskur við eini sild í kjaftinum verður drigin upp. Toskafiskiskapurin í Eystrasalti er um at vera burtur
Mynd: Søren Bidstrup/Ritzau Scanpix  
 
14.04.2024 - 10:27

Fiskastovnarnir í Eystrasalti eru niðurpíndir, og tað merkist eisini á Bornholm, har fiskivinnan er so gott sum burtur.

Í gjár samtykti fakfelagið hjá fiskimonnum á Bornholm, Bornholms og Christiansø Fiskeriforening, at avtaka seg sjálvt eftir at hava verið til í 141 ár. Á eykaaðalfundinum, har avtøka av felagnum var einasta mál á skránni, atkvøddu 30 fyri og 1 ímóti.

Tað skrivar TV2/Bornholm.

Fiskiskapurin í Eystrasalti blómaði serliga í 1950'unum og 60'unum, men so kom vend í, og í 1977 byrjaði niðurgongdin av álvara, tá kvotur vórðu settar á tosk, sild og brisling í Eystursjónum. Millum 1983 og 1989 minkaði toskakvotan í Eystursjónum úr 100.000 tonsum niður í minni enn 20.000 tons.

Seinastu árini hava fiskimenn á Bornholm verið noyddir at fiska aðrastaðni, til dømis í Norðsjónum og í Skagerak.

Súrevnistrot, vaksandi kópastovnur, dálking og ovurfisking eru fremstu orsøkirnar til, at fiskastovnarnir í Eystrasalti eru so illa fyri.

Í 2004 vóru umleið 200 fiskifør á Bornholm. Í dag eru 16 deksbátar eftir, og fleiri av teimum hava søkt um upphøggingarstuðul, skrivar TV2/Bornholm.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815