Innflutningurin til Føroya minkaður

Innflutningurin til Føroya minkaður
Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá, at minni verður innflutt av brennievni.
Mynd: Hagstovan  
 
17.04.2024 - 10:55

Nýggjastu tølini frá Hagstovuni vísa, at innflutningurin frá mars 2023 til februar í ár er minkaður. 

Innflutningurin til Føroya verður gjørdur upp eftir innflutningsvirðinum. Frá mars 2023 til februar 2024 var innflutningurin 11,1 milliard krónur. Tað eru 1,4 millardir krónur, ella sløk 11 prosent minni enn undanfarna skeið, skrivar Hagstovan. 

Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá, at minni verður innflutt av brennievni. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 539 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá lægri prísum. Prísirnir vóru hægst summarið 2022, tá innflutningsprísurin av brenniolju var hægri enn 8 krónur fyri liturin. Seinastu tíðina hevur prísurin ligið millum 5 og 6 krónur liturin.

Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er eisini minkaður munandi, við 635 milliónum krónum ella góð 17 prosent. Hetta er fyri tað mesta skip.

Tað er bara innflutningur av matvørum, sum at kalla stendur í stað. Hinvegin er innflutningurin av drykkivørum og tubbaki einasti vøruflokkur, ið er vaksin. Hann er vaksin við sjey prosentum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659