- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hækka ávvaringarstigið í Íslandi
Hækka ávvaringarstigið í Íslandi
Nýtt eldgos kann vera hvørja løtu
20.04.2024 - 16:19
Almannaverndin í Íslandi hevur hækkað ávaringarstigið. Útlit eru fyri at eitt nýtt eldgos kann koma við Sundhnúk hvørja løtu.
Tað sigur Bergur Hermans Bergsson, ið arbeiðir á íslendsku Veðurstovuni.
Tekin eru um, at eldgos er á veg aftur - enn eru ikki jarðskjálvtar, men ógvuslig grótbræðing er í økinum.
At ávaringarstigið er hækkað merkir, at fólk skulu vera fyrireikaði uppá, at okkurt kann henda við stuttum fyrivarni, sigur Bergur Hermans Bergsson.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV