Løgmálaráðið: Kjarnorkutilbúgvingin er til reiðar

Løgmálaráðið: Kjarnorkutilbúgvingin er til reiðar
Higartil hevur kjarnorkutilbúgvingin ikki verið tíðarhóskandi, men nú er kjarnorkutilbúgvingin ment, so hon er tíðarhóskandi, sigur Løgmálaráðið í tíðindaskrivi
Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur seinastu tíðina lagt stóra orku í at útvega útgerð og at menna førleikar til at seta á stovn eina virkna kjarnorkutilbúgving í Føroyum, stendur at lesa í tíðindaskrivi frá Løgmálaráðnum.
Mynd: Savnsmynd  
 
23.04.2024 - 15:45

Nú tíðarhóskandi kjarnorkutilbúgving er ment, eru Føroyar til reiðar at ímóti kjarnorkuriknum kavbátum. Tað sigur Løgmálaráðið í tíðindaskrivi. 

Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur seinastu tíðina lagt stóra orku í at útvega útgerð og at menna førleikar til at seta á stovn eina virkna kjarnorkutilbúgving í Føroyum.

Higartil hevur kjarnorkutilbúgvingin ikki verið tíðarhóskandi og neyðugt hevur verið at sent boð eftir fólki og útgerð frá Beredsskabsstyrelsen úr Danmark í sambandi við kavbátavitjanir. 

Við nýggju tilbúgvingini verður hetta ikki neyðugt longur, sigur Løgmálaráðið.

“Tað sigur seg sjálvt, at vit skulu menna slíkar førleikar í Føroyum, og at vit skulu stremba eftir egnum og haldførum loysnum,” tað sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í tilbúgvingarmálum.

Landsstýrismaðurin gleðist um, at Arbeiðs- og brunaeftirlitinum hevur borið so skjótt at við at fáa til vega eina kjarnorkutilbúgving við framkomnari útgerð.

Útgerðin, talan er um, er millum annað fýra framkomin gammaspektrometur - sokallaðar “probur” - og telduforrit, sum neyvt kunnu máta øll sløg av geisling á sjógvi og á landi. 

Tilbúgvingin inniber eisini, at fólk hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum hava fingið venjing í at brúka útgerðina.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961