Oyggjaleikir verða neyvan í Suðuroynni

Oyggjaleikir verða neyvan í Suðuroynni
Suðuroyggin liggur ov langt burturi frá miðdeplinum, sigur altjóða Oyggjaleikafelagsskapurin, men roynt verður kortini at hava onkra kapping í Suðuroy, sigur ÍSF
Oyggjaleikirnir vera í Føroyum í 2027. (Savnsmynd)
 
08.05.2024 - 13:44

Suðuroyggin er ov langt burturi frá miðdeplinum, og tí verður neyvan nakar partur av Oyggjaleikunum hildin har.

Tað ásannar ÍSF, sum tó ætlar at gera roynd at fáa onkra kapping hildna í Suðuroy, tá leikirnir verða hildnir í Føroyum í 2027.

 

Elin Heðinsdóttir Joensen er forkvinna í ÍSF.

 

Løgtingið er biðið um at játta 15 milliónir kr. til ÍSF, nú Føroyar vera vertir fyri Oyggjaleikunum.

Sambært uppskotinum verður roknað við, at leikirnir verða í Havn, Vágum, Klaksvík og Runavík.

Tað undrar tingfólk í Suðuroynni.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

08052024_Oyggjaleikir_og_Suduroyggin

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846