Brimheim kemur til Føroya í oktober at spæla konsert í Løkshøll

Brimheim kemur til Føroya í oktober at spæla konsert í Løkshøll
19. oktober kunnu fólk her á landi uppliva rísandi føroysku stjørnuna á altjóða tónleikapallinum, Brimheim, í Løkshøll í Runavík
Mynd: Andre Hansen  
 
08.05.2024 - 15:20

Løkshøll, ið seinastu tíðina hevur spent seg út við nógvum spennandi konsertum og tiltøkum, tykist ikki ætla at helma í. 

"Vit eru fegin at kunna seta Brimheim á konsertskránna í Løkshøll leygarkvøldið 19. oktober í ár," skrivar Løkshøll í tíðindaskrivi í dag. 

Brimheim er ein av mest eyðsýndu stjørnum á alternativa pop- og rokkpallinum bæði her heima og altjóða.

Síðani hennara fyrstu útgávu "Can't hate myself into a different shape" frá 2022 hevur føroysk-danska Helena Heinesen Rebensdorff veruliga staðfest sín leiklut sum máttmikil og óbrýndur diamantur, ólík nøkrum øðrum.


Mynd: Joe Miller

 

Skumpar til mørkini

Brimheim er torfør at seta í bás tónlistarliga, halda tey í Løkshøll í Runavík, tí hon skumpar til mørkini,  tá ið hon við síni eyðkendu rødd, orðum og tónum granskar og vitjar døpru, intimu og eirindarleysu sinniskrókarnar.

Tónlistarliga úttrykkið og framleiðslan skifta millum tað sárbæra, nívandi og tað ráa, stórfingna og tekstirnir bjóða eisini av og fara í dýpdina.

Tað hevur heldur ikki skortað við góðum ummælum og heiðurslønum til Brimheim, bæði her heima og altjóða. 

Seinastu tvey árini hevur hon vunnið fleiri Faroese Music Awards-virðislønir fyri m.a. ársins útgávu, bólk, sang, sangara og samleika. Hon hevur eisini verið tilnevnd "Årets Talent" í Danmark í 2022 og "Årets Håb" í 2021 og hevur framført á stórum altjóða festivalum so sum The Great Escape, Eurosonic, Reeperbahn Festival, Roskilde, Iceland Airwaves, KEXP og skal eisini spæla til OL í París í ár.


Mynd: Andre Hansen

 

5 av 6 stjørnum í GAFFA

Hennara nýggja útgáva, RATKING, kom út 22. mars í ár, og konsertin í Løkshøll er byrjanin upp á eina longri konsertferð í Evropa.

Tónleikatíðarritið GAFFA gav útgávuni 5 út av 6 stjørnum, og ummælarin skrivaði: "Oplevelsesrigt, frækt og nuanceret. Jeg er vild med det!"

Helena Heinesen Rebensdorff greiddi eisini frá um Ratking, tá ið hon var gestur í sendingini LEITISSTEIN í útvarpinum 19. mars í ár. 

>>Hoyr eisini: LEITISSTEIN 19.03.2024 (Brimheim)

 

Leygarkvøldið 19. oktober kl. 20 stendur Brimheim saman við sínum bólki á pallinum í Løkshøll. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595