Diesel uppi á fáum støðum

Diesel uppi á fáum støðum
Enn er nóg mikið av bensini á flestu Magn og Effo-støðum. Nakað minni er av diesel
 
19.05.2024 - 12:06

Sambært Finn Jakobsen, stjóra í Magn, er onki diesel eftir á tveimum støðum - á Magn við Ringvegin í Havn og á støðini við Streymin. Eisini er so smátt farið at ganga undan við diesel í Miðvági.

Gunnar Nielsen, stjóri í Effo, sigur, at á støðini á Argjum er tómt fyri diesel og bensin, og á Effo-støðini í Sørvági er diesel við at ganga undan.

Báðir stjórarnir siga, at skelti verða sett upp á pumpurnar har onki diesel ella bensin er eftir. Skeltini vísa til aðrar støðir, har hesi eru at fáa.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. mai
Veðrið
192138
Týsdag 20. mai
3-2 (28. apríl 2025)
192112
Týsdag 20. mai
3-2 (19. mai 2025)
192108
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017