Fýra fótbóltsdystir á skrá

Fýra fótbóltsdystir á skrá
Í bestu mansdeildini í fótbólti eru fýra dystir á skránni í dag.
 
20.05.2024 - 10:23

Fleiri grannauppgerðir eru á skránni í dag, millum annað spælir oddaliðið, Víkingur, í Sarpugerði ímóti NSÍ í dag klokkan 17, sum undan dystinum liggur á fjórða plássi. Fyrsti dysturin millum hesi bæði liðini, sum varð spældur í Runavík endaði við 1-0 sigri til Víking.

Í Havn er eisini grannauppgerð á skránni, har HB og B36 hittast í landskappingini fyri aðru ferð í ár. Fyrri dysturin endaði við 2-1 sigri til HB. Eisini tann dysturin byrjar klokkan 17.

Triði dysturin í dag er í Fløtugerði í Fuglafirði, har ÍF og B68 hittast. Liðini hittust eisini fyri seks døgum síðan, tá tey spældu málleysan javnleik. Fjórði dysturin verður spældur á Dungasandi í Sørvági, har 07 Vestur tekur ímóti EB/Streymi. Fyrsti dysturin millum liðini endaði við 4-2 sigri til 07 Vestur. Hesir báðir dystirnir byrja klokkan 15.

Seinasti dysturin í 10. umfari í landskappingini verður spældur klokkan 19 í annaðkvøld. Hann verður spældur undir Mýruhjalla á Skála, har KÍ kemur á vitjan. 

Støðan í landskappingini er annars, at Víkingur er oddalið við sama stigatali sum HB, 24 stigum. KÍ er á triðja plássi, trý stig aftanfyri, og B36 uppaftur fýra stig aftanfyri. Síðan koma 07 Vestur, Skála, EB/Streymur, B68 og ÍF.

Kringvarpið sigur frá teimum báðum dystunum, sum byrja klokkan 17 í dag. Súni Merkistein fer at siga frá dystinum millum HB og B36 í Gundadali og Símun Christian Olsen fer at siga frá dystinum millum Víking og NSÍ.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. september
Upp á tá - 270924
181358
Leygardag 28. september
Jambalaja - 280924
181352
Leygardag 28. september
Vikan 28. september 2024
181343
Leygardag 28. september
Morgunlestur leygardagur 28. september 2024
180897
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. september
Veðrið
181326
Fríggjadag 27. september
Bass Elvis og Jesus á Mallorka
180593
Fríggjadag 27. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
181280
Týsdag 24. september
Veðrið - teknmálstulkað
181172
Týsdag 24. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
181171