Streymsølan setti met í fjør

Streymsølan setti met í fjør
SEV seldi 416.000 megawatttímar í 2023
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.05.2024 - 09:03

SEV hevði metsølu í fjør.

SEV seldi 416.000 megawatttímar í fjør, skrivar Hagstovan.

Sølan í 2022 var 395.300 tímar.

Til samanberingar kann nevnast, at í 1997 vóru seldir 167.754 megawatttímar.

76,2 prosent av streyminum í fjør fóru til eitt nú vinnuna, stovnar, gøtuljós.

Hini 23,8 prosentini fóru til sethús, íbúðir, summarhús og neyst. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486