Betrideildin: Topp-fýra bresta saman

Betrideildin: Topp-fýra bresta saman
Fýra tey fremstu liðini í fótbóltslandskappingini við monnum bresta saman í dag. Oddaliðini Víkingur og HB vitja ávikavist KÍ og NSÍ
Arnbjørn Svensson og Víkingur taptu fyri KÍ í 9. umfari. Í dag spæla somu lið aftur
Mynd: Leit  
 
02.06.2024 - 14:16

Fýra tey fremstu liðini í landskappingini við monnum spæla spennandi innanhýsis dystir í dag.

Oddaliðið, Víkingur, skal á vitjan hjá KÍ við Djúpumýru í Klaksvík, har teir ljósabláu taptu fyri nøkrum vikum síðan. Tann dysturin byrjar klokkan 15:15.

Við Løkin í Runavík tekur NSÍ, sum liggur á 4. plássi, ímóti HB, sum er nummar tvey við eins nógvum stigum og Víkingur.

Um Víkingur og HB vinna, verður gjógvin niður til KÍ á 3. plássi aftur seks stig. Vinna KÍ og NSÍ hinvegin, verða Víkingur, HB og KÍ øll jøvn við 30 stigum.

 

Kreppulið hittast

Fyrsti dysturin í dag - hann byrjar klokkan 15:00 - er ímillum tey bæði liðini, sum hava staðið seg ringast í mun til tað, sum var væntað og meldað út fyri kappingarbyrjan.

B36 ætlaði sær at spæla um meistaraheitið, men í løtuni eru 15 stig upp til 1. plássið. Hinvegin ber saktans til at fáa NSÍ aftur. Runavíkingar hava fýra stig meir enn B36 í løtuni.

Gongdin hevur verið stak vánalig hjá teimum hvítu og svørtu higartil, og mikukvøldið tapti B36 fyri TB í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini.

07 Vestur er eisini hálvavegna steðgað upp eftir eina fína byrjan. Við einum sigri í Gundadali í dag, kunnu vágamenn kortini yvirhála B36 og koma upp á 5. pláss.

Kringvarpið sigur frá dystinum í Klakvík ímillum KÍ og Víking og dystinum í Runavík ímillum NSí og HB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815