Minsti fólkavøkstur síðani 2014

Minsti fólkavøkstur síðani 2014
1. mai búðu 54.683 fólk í Føroyum
Vøksturin seinasta árið kom av burðaravlopi, sum er 141 fólk, og nettoflyting, sum er 242 fólk. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.06.2024 - 08:27

Fólkavøksturin í Føroyum er tann minsti síðani 2014, sigur Hagstovan.

Seinasta árið eru 383 fólk komin aftrat.

Tá fólkavøksturin var størstur, tað var í 2019, løgdust næstan 900 fólk aftrat fólkatalinum.

1. mai í ár búðu 54.683 fólk í Føroyum.

 

 

Burðaravlop og nettoflyting

Vøksturin seinasta árið kom av burðaravlopi, sum er 141 fólk, og nettoflyting, sum er 242 fólk. 

Burðaravlopið minkaði samanborið við undanfarna tíðarskeið.

Færri doyðu, men eisini færri blivu fødd.

Og tilflytingin minkaði meiri enn fráflytingin. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391