Orð um orð: At benda for- og eftirnøvn

09.10.2013 - 09:31
Lívsstílur
Orð um orð: At benda for- og eftirnøvn
Vár í Ólavsstovu svarar trimum spurningum í máltáttinum

"Hvussu benda vit for- og eftirnøvn - serliga tá bæði eftirnavnið og fornavnið kunnu bendast? Sá herfyri, at ein maður skrivaði seg Pól Tórbjarnarsonur - er hetta rætt? Vanligt er at síggja og hoyra Tórbjarnarson ella Leivsson ikki Leivssonur!"

Næsti spurningur er:

"Skulu son- og dóttirnøvnini altíð bendast? Eitt akuelt dømi hesar seinastu dagarnar er Bárður Oskarsson, sum er nevndur fleiri ferðir hesar seinastu dagarnar fyri sínar barnabøkur.

Summi benda eftirnavnið, so tað verður hjá Bárði Oskarssyni onnur siga Oskarsson í øllum føllum? Hvussu við einum fornavni sum t.d. Torbjørn ella Bjørn - skal hetta navnið bendast so ein maður kann eita til dømis hjá Tórbidni Eirikssyni. Haldi sjálvur, at hetta er eitt sindur tungt!"

Triðji spurningurin:

"Og so er tað -dóttir sum eftirnavn, t.d. Jógvansdóttir. Síggi ofta nú, at gentur eita dóttur í hvørfalli altso við u. Segði tað einaferð við eina vaksna konu, sum stavaði dóttir við u, at tað var skeivt, men hon halt fast við at tað var rætt!"

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008