Brellbiti: Biltúrurin aftur í útvarpinum

Brellbiti: Biltúrurin aftur í útvarpinum
Nú summarið er byrjað, fara vit aftur í ár ein heldur øðrvísi túr í útvarpinum. Mánadagar í summar koyra vit nevniliga biltúr kl. 17.05 við Jákupi Magnussen og prátgestum
 
17.06.2024 - 10:08

Í senditíðini har Tórður plagar at túrast um veturin, verður eins og í fjør eitt øðrvísi slag av túri í summar.

Hesin túrurin verður ikki gingin, men koyrdur saman við fólkum, ið hava hug at tosa um sítt lív, og økið, har tey mentust til kvinnu ella mann. Heitið er eisini 'Biltúrurin'.

Í ellivu sendingum gevur Jákup Magnussen okkum møguleikan at hoyra áhugaverd fólk úr fleiri oyggjum siga frá. Og eins og í fjør er talan um kynsliga javnstøðu. 

Innihaldsliga verða fleiri av 'Biltúrurum' rættiliga søguligir, meðan aðrir bjóða prát um nútíðina, mentanina, listina, ella tankar um lívið. Um summarið er ikki hált í støðum, men ístaðin verður flent í støðum. Sum til dømis tá farið var biltúr við Maud og Bárði Næs. Koyrt var úr Havn og norðureftir, og brádliga var farið inn á gólvið hjá Maritu, mammu Maud. Lagið var gott, søgurnar stuttligar og løtan so hugnalig.

 

Í dag, tað er mánadagin 17. juni, er fyrsta sendingin á skránni, og tá er Holgar Jacobsen í Sørvági gestur í bilinum. Hann fer at greiða frá sínum umhvørvi og lívsins stóru upp- og niðurtúrum.

Tú finnur eisini allar biltúrarnar frá fyrsta umfarinum av biltúrum, sum vóru koyrdir í fjør summar, á KVF Ljóð. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595