Tvørafólk siga ja til samanlegging

Tvørafólk siga ja til samanlegging
Stórur meiriluti á Tvøroyri tekur undir við at leggja saman við Hvalbiar kommunu
Atkvøðurnar verða taldar á Tvøroyri
Mynd: Hallur av Rana  
 
15.06.2024 - 20:47

Tvørafólk eru munandi meira avgjørd um at leggja saman við Hvalbiar kommunu, enn grannarnir norðan fyri tunnilin.

Á Tvøroyri søgdu 632 fólk, svarandi til sløk 74 prosent av atkvøðunum, ja til at leggja saman við Hvalba. 

Hinvegin søgdu 222 fólk, 26 prosent, nei.

Vallutøkan á Tvøroyri var eisini nakað lakari enn í Hvalba. 62 prosent av teimum við valrætti greiddu atkvøðu, tá tey høvdu møguleikan í dag. Í Hvalba var vallutøkan heili 93 prosent. 

Men ivamál mugu nú reisast, um ætlanin at leggja tær báðar norðastu kommunurnar í Suðuroy saman í eina kommunu, verður veruleiki. Tí ein lítil meiriluti í Hvalba er ímóti, hóast stóra meirilutan er fyri á Tvøroyri.

Fólkaatkvøðan í dag er tó vegleiðandi, og tí eru tað kommunustýrini, sum taka endaligu avgerðina.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762