Rættará ongantíð tann sama aftur

Rættará ongantíð tann sama aftur
Lívmargfeldið í ánni er broytt, og tað vendist ikki aftur, hóast mannagjørd á verður gjørd seinni.
17.06.2024 - 19:24

Lívmargfeldið í Rættará kann ongantíð gerast tað sama, nú eitt stórt stykki av ánnið er tikið burtur oman fyri Marknagilsvegin í samband við arbeiði at gera innkomuveg. 

Tað sigur Kolbrún í Haraldsstovu, lívfrøðingur á Tjóðsavninum.

Hon sigur, at tað ikki ber til at endurskapa upprunaliga lívmargfeldið í ánni, tá tað er farið.

Longu nú síggjast broytingar í økinum beint við fyrrverandi ánna, har jarn legst í smáar áir. Tað er tekin um, at umhvørvið nær við verður uppturkað.

Økið var upprunaliga friðað, áðrenn byggisamtyktin varð broytt, tá innkomuvegurin til Havnina skuldi gerast.

Kolbrún í Haraldsstovu sóknast eftir, at náttúruserfrøðingar verða tiknir inn beinavegin, tá verkætlanir byrja, so tað ber til at finna loysnir, ið gera minst inntriv. 

Hon upplivir, at tað í fleiri førum hendir seg, tá náttúruserfrøðingar eru spurdir um ymisk øki, at tað ikki verður lurtað eftir teimum. 

Harafturat fílast hon inn á manglandi samskipanina millum kommununa, SEV og Landsverk. - Tey arbeiða í hvør sínum lag, sigur hon

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 7. desember
Jólakonsert í Ebenezer
201168
Sunnudag 7. desember
Møti úr Saron í Sandavági
201167
Sunnudag 7. desember
Andakt
201166
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139