Teldusníkar royna at lumpa fólk at flyta pening

Teldusníkar royna at lumpa fólk at flyta pening
Løgreglan ávarar móti følskum sms-boðum
Fólk skulu ikki trýsta á nakað, men skulu alt fyri eitt strika sms-boðini, sigur løgreglan.
 
19.06.2024 - 14:33

"Kære venner fra Færøerne.

Hej! Kort efter, at regeringens nye politik blev annonceret..."

Soleiðis byrja sms-boð, sum nógv fólk í Føroyum hava fingið í dag, og sum løgreglan nú ávarar um.

Í sms-boðunum verða fólk biðin um at trýsta á eitt leinki - og tað skulu tey, sambært løgregluni - ikki gera.

Talan er um teldusníkar, sum royna at lumpa fólk í Føroyum at flyta pening.

Fólk skulu ikki trýsta á nakað, men skulu alt fyri eitt strika sms-boðini, sigur løgreglan.

Soleiðis síggja følsku sms-boðini út:

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961