Nýggjur dystur 22. august

Nýggjur dystur 22. august
Kappingarnevndin hjá FSF hevur gjørt av, at seinna hálvfinalan millum Víking og HB, sum varð avblást vegna veður, skal spælast av nýggjum hósdagin 22. august
 
24.06.2024 - 12:59

Seinna hálvfinalan millum Víking og HB, sum var avblást vegna veður mikukvøldið, skal spælast av nýggjum hósdagin 22. august klokkan 17:30.

Tað hevur kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum gjørt av.

Ein góður tími var spældur av seinnu hálvfinaluni í Sarpugerði í Norðragøtu síðsta mikukvøld, og støðan var javnleikur 1-1, tá dómarin, Eiler Rasmussen, blásti dystin av.

Dysturin var ikki tikin upp aftur.

B36 tryggjaði sær annað plássið í steypafinaluni við 3-0 sigri á TB í Havn. Tvøramenn høvdu annars vunnið 1-0 á heimavølli í fyrru hálvfinaluni.

Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 2. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037