Ja á fólkaatkvøðuni galdandi í framtíðini

Ja á fólkaatkvøðuni galdandi í framtíðini
Nýggj fólkaatkvøða um kommunusamanlegging verður ikki í Tvøroyrar kommunu, um ein samanlegging kemur uppá tal
Meirilutin fyri samanlegging er galdandi, um kommunusamanlegging aftur kemur uppá tal.
 
28.06.2024 - 05:21

Nýggj fólkaatkvøða um kommunusamanlegging verður ikki í Tvøroyrar kommunu, um ein samanlegging kemur uppá tal.

Meirilutin, sum var á fólkaatkvøðuni 15. juni, telur tá. Meiriluti var fyri samanlegging. 

Býráðið á Tvøroyri hevur nú eisini tikið vegleiðandi fólkaatkvøðuna um kommunusamanlegging til eftirtektar. 

Tað er, at eingin samanlegging verður á hesum sinni.

Tí í Hvalbiar kommunu var meiriluti fyri ikki at leggja saman.

Og tað tók bygdaráðið her til eftirtektar mánadagin.

Býráðið á Tvøroyri samtykti í gjár einmælt eitt uppskot frá borgarstjóranum, sum sigur, at Tvøroyrar kommuna er jalig og opin fyri møguligari sjálvbodnari kommunusamanlegging, um kommunur í Suðuroynna vilja leggja saman við Tvøroyrar kommunu.

Hetta verður framt uttan nýggja fólkaatkvøðu á Tvøroyri, samtykti býráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423