Fáa nógv fleiri tól til umvælingar og endurnýtslu

Fáa nógv fleiri tól til umvælingar og endurnýtslu
Av teimum 947 tólunum, sum Být og bøt-tænastan hjá Føroya Tele hevur fingið í ár, er meginparturin fartelefonir
60 prosent av teimum 947 tólum eru umvæld og brúkt aftur. Hini 40 prosentini eru farin til endurnýtslu og brúkt aftur sum rávørur. (Savnsmynd)
 
28.06.2024 - 13:57

Tænastan Být og bøt hjá Føroya Tele hevur higartil í ár fingið 947 tól.

Hetta eru nógv fleiri enn í 2023 og 2022.

Tey 947 tólini eru 835 fartelefonir. Hini tólini eru teldlar, teldur og snildur.

Føroya Tele sigur, at serliga vinnukundar brúka tænastuna, sum verður veitt í samstarvi við fyritøkuna Foxway Group.

 

60 prosent brúkt aftur

Í 2022 fingu privatkundar atgongd til tænastuna.

Tey 947 tólini, sum eru komin higartil í ár, eru 368 fleiri enn alt árið 2023. 

60 prosent av teimum 947 tólum eru umvæld og brúkt aftur. Hini 40 prosentini eru farin til endurnýtslu og brúkt aftur sum rávørur.

Í 2023 spardi Být og bøt 18,6 tons í CO2-útláti.

Í 2022 var sparingin 7,9 tons, sigur Føroya tele.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906