Burturkast skal endurnýtast og endurvinnast

Burturkast skal endurnýtast og endurvinnast
Uppskotið um kunngerð um burturkast er nú sent til hoyringar
Í verkfallinum sást væl, hvussu nógv burturkast er, tá tað ikki verður tikið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.07.2024 - 06:16

Uppskotið um kunngerð um burturkast er nú sent til hoyringar.

Tað nýggja er, at karmar eru settir um eitt undirstøðukervi til ringbúskap við meira endurnýtslu og at endurvinna burturkast frá húsarhaldum og vinnu. 

Burturkast skal skiljast meira, eisini heima við hús, og handfarast sambært burturkaststiganum. 

Ein høvuðstáttur í uppskotinum er, at land og kommunur saman skulu gera eina landsætlan um burturkast og henni á baki eina kommunala ætlan um burturkast.

Tær skulu galda í 10 ár.

Uppskotið er til hoyringar til 30. august.

Landsætlan

Landsætlanin fyri burturkast verður væntandi almannakunngjørd 1. januar 2025.

Kunngerðin kemur væntandi í gildi 1. januar 2026, so at stundir eru hjá kommununum at gera eina kommunala ætlan fyri burturkast í 2025.

Tær ásetingarnar í kunngerðini, sum krevja størri íløgur, koma væntandi í gildi 1. januar 2030. 

Dømi um hetta eru ásetingar um móttøkupláss.

Tað verður helst neyðugt hjá summum kommunum at byggja nýggj móttøkupláss fyri at handfara burturkast sambært kunngerðini og stevnumiðunum í landsætlanini, sigur Umhvørvismálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375