KÍ í Champions League: - Talvan er rein

KÍ í Champions League: - Talvan er rein
Í fjør spældi KÍ seg allan vegin í Conference League-bólkaspælið. Í kvøld fara klaksvíkingar undir nýggja evropeiska roynd, og talvan er rein, sigur Árni Frederiksberg
Flúgvandi: Árni Frederiksberg og KÍ vóru flúgvandi í Evropa í fjør. Nú er talvan rein, sigur royndi miðvallarin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.07.2024 - 09:58

Í fjør kom KÍ allan vegin í Conference League-bólkaspælið eftir sigrar á ungarsku, svensku og norsku meistarunum. Í kvøld skulu klaksvíkingar aftur royna seg í evropeiskum fótbólti, tá Differdange vitjar við Djúpumýru í 1. umfari av Champions League. 

 - Tað verður ein ordiliga spennandi dystur. Champions League við Djúpumýru er altíð stuttligt, segði Árni Frederiksberg við Dag og Viku í gjár.

Vongurin var, um nakar, ímyndin av framúr góða avrikinum hjá KÍ í evropafótbólti í fjør. Við millum annað tveimum málum í sigrinum á norska meistaraliðnum, Molde, varð Árni Frederiksberg stóra summarsøgan, og tíðindafólk ferðaðust langvegis frá til Klaksvíkar at fáa greiðu á, hvussu tað bar til, at lítla felagið úr Klaksvík stóð seg so væl ímóti evropeiskum stórfeløgum.

Tað nyttar kortini einki, at hyggja aftur eftir, segði Árni Frederiksberg.

 - Í fjør verður verandi í fjør, og tað fært tú ikki brúkt til so nógv beint nú. Tað var øgiliga stuttligt, men nú er ein nýggjum dystur, og um mann hongur seg í tann partin, so verða tað neyvan tey røttu prosentini, sum verða leveraði her, segði miðvallarin.

 - Fyri meg er talvan rein, og nú skal mann til at skapa einaferð enn.

SÍ EISINI: Aftur Champions League við Djúpumýru


KÍ-miðvallarin René Shaki Joensen í hørðum nærdysti ímóti Slovan Bratislava í Conference League-bólkaspælinum á Tórsvølli í fjør, tá KÍ tapti 2-1. MYND: Bjarni Árting Rubeksen

 

Gott mótstøðulið

Hildið verður, at KÍ fekk gott lutakast, tá meistarin úr Luksemborg, FC Differdange 03, kom úr glasbollanum hjá UEFA. Tað var tað ivaleyst eisini í mun til aðrar møguleikar, men venjarin, Espen Haug, ávarar ímóti at undirmeta gestirnar.

 - Við spæla ímóti einum góðum liði. Teir eru góðir í álopsspælinum og hava tveir spælarar í álopinum, Jorginho og Guillaume Trani, sum spæla væl saman og skjóta nógv mál. Annars er tað eitt felag, sum er væl samanspælt, segði Espen Haug, sum fyri kortum fekk sáttmálafrá KÍ til endan av næsta kappingarári.

Kappingarárið hjá Differdange er ikki byrjað enn, og nakað av broytingum eru farnar fram í steðginum. Millum annað eru heili 12 nýggir spælarar komnir til felagið. Tó verður ikki roknað við, at so nógvir av hesum byrja inni ímóti KÍ. 

 - Eg vænti mær tað sama, sum eg vænti í føroysku kappingini. At vit arbeiða hart. Tú kanst vinna ella tapa dystir, men eg vóni, at vit vísa okkum frá bestu síðuni. Vit mugu renna meir og skjótari enn Differdange, og gera vit tað, hava vit ein møguleika, segði Espen Haug.


Páll Klettskarð hevur skorað ímóti Olimpija Ljubljana. Framherjin er føroyskur toppskjútti í evropeiskum fótbólti fyri feløg saman við Levi Hanssen. Teir báðir hava skotið níggju mál í part. MYND: Bjarni Árting Rubeksen

 

Milliónir upp á spæl

Við luttøkuni í Champions League hevur KÍ longu nú tryggjað sær góðar sjey milliónir krónur, og vinna teir seg víðari í 2. umfar, fáa teir hálva sættu millión afturat. Tað hevur nógv at týða fyri felagið, segði formaðurin, Tummas Lervig.

 - Peningur hevur nógv at siga fyri ein ítróttafelagsskap. So er tað uppgávan hjá okkum sum nevnd, at stýra rætt í okkara felag við at ølll fáa ágóðan av tí. So tað hevur eisini týdning í tí ítróttaliga spælinum. 

Í fjør hevði KÍ eitt yvirskot upp á umleið 12 milliónir krónur.

Kringvarpið sendir dystin ímillum KÍ og Differdange beinleiðis í sjónvarpinum klokkan 18:50.

 

B36 eisini í eldin

B36 spælir eisini evropeiskan fótbólt í kvøld. Magne Hoseth, sum stóð fyri flotta KÍ-avrikinum í fjør, stendur nú á odda fyri B36, sum vitjar FK Auda, sum vann steypakappingina í Lettlandi í 2022 og endaðu á 3. plássi í lettisku deildini í fjør. Mótstøðuliðið hjá føroyingnum liggur í løtuni á fimta plássi í heimligu kappingini.

 - Vit eru heit víst farnir niður til Lettland fyri at vinna dystin, men eru eisini greiðir yvir, at tað er stórur munur á at spæla á heima- og útivølli í Evropa, segði B36-liðskiparin, Jann Benjaminsen, við portal.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981

Meira um sama evni