- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nyttaði lítið at vísa góðan vilja
Tað er tørvur á íbúðum í Havn og fleiri størri byggiverkætlanir eru farnar ígongd.
Ein av teimum er á Heygnum í Havn, við Hvannasundsgøtu. Talan er um sekstan íbúður í einum blokki, sum er 7,5 metrar høgur, 60 metur langur og 13 metur breiður. Harumframt er parkeringsøki og goymslubygningar.
Tá grannarnir fingu at vita um verkætlanina, vístu tey góðan vilja og hjálptu við einum nýggjum vegi til íbúðirnar. Tey væntaðu, at hetta fór at leggja upp til gott samstarv við kommununa, sum fór at taka atlit til grannarnar. Men so var ikki. Nú er arbeiðið byrjað, og tað er vónleyst hjá grannunum at fáa samband við nakran í kommununi.
Sum verkætlanin sær út nú, missa fleiri av grannunum sólargang og útsýni.