Hava verið á vatninum í París

Hava verið á vatninum í París
Føroysku OL-rógvararnir eru komnir til franska høvuðsstaðin og hava verið í skullarunum. Næstu dagarnir snúgva seg um at fáa seinastu smálutirnar upp á pláss
Vatnítrótturin fer fram á Vaires-sur-Marne Nautical Stadium góðar 40 kilometrar eystanfyri miðbýin í París
 
25.07.2024 - 10:23

Føroysku rógvararnir á danska OL-liðnum, Sára Maria Johansen og Sverri Sandberg Nielsen, eru komin til París og hava verið á vatninum í skullarunum. 

 - Her er risastórt. Tað líkist tí, sum vit eru von við, bara í nógv størri útgávu, segði Sára Maria Johansen við TV2 í gjár.

SÍ EISINI: OL-rógvararnir: Sára Maria og Sverri hvør sítt útgangsstøði

Sára Maria Johansen er partur av danska áttaranum, sum varð settur saman í november í fjør. Í roynd og veru var málið OL í 2028, men í mai megnaði báturin at rógva seg til leikirnar í París. 

 - Vit droymdu stórt um at vera her ... og vit skulu fara út at gera okkara allarbesta og skulu kunna hyggja hvørja aðra í eyguni eftir kappingina, segði Sára Maria Johansen við TV2 úr París.

Róð verður á Vaires-sur-Marne Nautical Stadium, sum liggur trý korter frá miðbýnum, og Sverri Sandberg Nielsen skal rógva innleiðandi umfar longu 27. juli. Áttarin leggur til brots ólavsøkudag við innleiðandi umfari.

SÍ EISINI: Olympiski dreymurin

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878