Heilsurøktarar vilja hava løn undir útbúgving

Heilsurøktarar vilja hava løn undir útbúgving
Tað ber ikki til at gera mun á heilsuhjálpara og heilsurøktara. Báðir fakbólkar mugu fáa løn undir útbúgving, sigur Bingerð Fosságil, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum
Bingerð Fosságil, forkvinna í Heilsurøktarfelagnum
 
27.07.2024 - 17:54

Í samgonguskjalinum stendur, at "arbeitt verður fram ímóti at tryggja heilsuhjálparum løn undir útbúgving". Og tað er hesa ætlan, ið landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum nú vil seta í verk. Djóni Nolsøe Joensen segði við útvarpið í gjár, at hann er farin undir arbeiðið at røkka hesum setningi í samgonguskjalinum. Enn eru tó nógvar óvissur í ætlanini hjá landsstýrismanninum - eittnú hvør lønin skal vera undir útbúgving, og hvør skal gjalda, landið ella kommunurnar. 

Útbúgvingin til heilsuhjálpara tekur 15 mánaðir. Vil tú vera heilsurøktari, tekur tað 22 mánaðir afturat. 

Sambært Bingerð Fosságil, forkvinnu í Heilsurøktarafelagnum, er avgerandi neyðugt, at báðar útbúgvingar koma undir somu skipan við løn undir útbúgving.

Hoyr samrøðu við Bingerð Fosságil her:

Heilsuroktarar_270724

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129